Johannudagur var í Vági í gjár. Hetta er árligt tiltak, har sluppin Johanna TG326 er miðdepil.
Byrjað var fríggjakvøldið, har m.a. quiz og felagssangur var á skrá. Leygardagin var nógv á skránni ,m.a. hevði Bakkafrost opið hús, børn vóru á skattaveiðu við sjórænarum, syngið við tiltak og á kvøldið var møguleiki at keypa væl dámda johannubúffin og so var dansur í kappróðrarneystinum.
Eisini var, sum vanligt, stórt vatnkríggj á bryggjuni og á vágni. Í ár er onki verjuskip tókt, sum vanligt annars hevur verið, og tí luttók Rólant hjá Bakkafrost, og setti hetta dám á.