Limagjald til fakfelag skal dragast frá í skatti

Føroyar skulu verða eitt bulvirki ímóti sosialari dumping

Øll sum eru limir í fakfelag, skulu sleppa at draga limagjald frá í skatti.

Tað halda tær báðar javnaðarkvinnurnar, Rigmor Dam og Eyðgunn Samuelsen.

 

Tær hava nú lagt uppskot fyri Løgtingið um, at øll, sum eru limir í einum fakfelag, skulu sleppa at draga limagjaldið frá í skatti.

 

Rigmor Dam og Eyðgunn Samuelsen halda, at føroyska samfelagið eigur at styrkja arbeiðsmarknaðin.

 

Við frælsum samráðingum borga fakfeløgini fyri støðufesti og átaka sær eina rúgvu av týdningarmiklum samfelagsuppgávum, eitt nú persónliga, løgfrøðisliga og fakliga ráðgeving, luttøku í samfelagskjaki og upplýsing.

 

Men tær halda eisini, at sterkari fakfeløg eru eitt bulvirki ímóti sosialari dumping, tí tey tryggja ein væl skipaðan arbeiðsmarknað, har partarnir koma ásamt um løn og arbeiðskor.

 

Tær vísa eisini á, at fáa tá ið limir í einum fakfelag fáa pening útgoldnan úr verkfalskassanum hjá einum fakfelag, verður hann skattaður, hóast limagjaldið longu er skattað frammanundan.  

 

Sostatt hava limirnir í einum fakfelag rinda skatt av somu pengum tvær ferðir.

Samstundis sleppa arbeiðsgevarar at draga síni gjøld frá og tískil eiga løntakarar eisini at sleppa at draga síni gjøld frá, halda Rigmor Dam og Eyðgunn Samuelsen.