Nú fært tú møguleikan at hoyra Lindu Live. Festivalurin við Múrin avdúkar í dag, at
Linda Andrews kemur at syngja við Múrin í summar
Linda sigur, at hon er spent, og væntar, at tað verður eitt feitt upplivilsi at framføra í einum so mentanarligum umhvørvi.
Linda hevur bergtikið bæði Danmark og Føroyar við sangum sum ?Mercy?, ?unwritten? og ?you can´t hurry love?. Hóast dómararnir Blachman og Remee ikki altíð hava tikið undir við Lindu í sangkappingini X-Factor, so hava áskoðararnir og vaksandi fjepparaskarin prógvað, at Linda er nakað serstakt.
X-Factor fríggjakvøldið prógvaði so endaliga, at føroyingar og danskarar veruliga halda, at Linda hevur X-Factor! Hon sang lagið ?So What? hjá Pink, og endaði millum tvey tey seinastu. Vinnaralagið sang hon so trygt, og sum Blachman segði, uttan nakran tónafeil! Tá alt varð avroknað, varð tað so eisini Linda, sum stóð eftir við sigrinum!!
Linda er ein kvinna sum hevur nógv jørn í eldinum. Hon gav sína fyrstu fløgu út í 2008. Hon er sangari, kórleiðari, sangskrivari og ?vocalproducer?. Eisini hevur hon ?workshops? og ?teambuildings?.
Linda hevur búð í Danmark í 14 ár, men sigur, at hon følir seg enn sum ein føroying.