Lindenskov: Fýra ættarlið í losjuni

Í gamla kirkjugarði undir Svínaryggi eru fleiri minni um tey, sum slóðaðu fyri fráhaldsrørsluni í »avhaldinum« og losjuni. Maria og Jacob Lindenskov vóru tvey teirra

Í gamla kirkjugarði undir Svína­ryggi eru um 300 gravsteinar. Tað koma eisini fleiri og fleiri. Í sam­­bandi við ættarstevnu hjá Linden­skov-ættini fyri kortum, vórðu settir nýggir grav­steinar hjá Jacob Linden­skov og hans­ara tveim­um konum. Tí er tað rími­ligt at taka fram teirra søgu.

Konan gekk á odda
Ein av stovnarunum av losjuni í Havn Støt Viljen í 1902 var Maria Elisabeth Jacobsen, f. 30. september 1879, ættað úr Køk í Havn. Hon giftist í 1907 við Jacob Lindenskov í Rættará. Hann var tá einkjumaður eftir Katrinu í Baianstovu , ið doyði í barsilssong frá fýra smábørnum á jóansøku 1900.
Men eydnan var ikki long. Maria doyði av lungnabruna í 1909 frá teirri ikki ársgomlu Onnu. Tað gjørdist tískil ikki nógv Maria fekk avrikað í losjuni, men hon var í hvussu er virkin í barnalosjuni Chr. IXs Minde, sum var ein týdningarmikil táttur í losjuarbeiðinum tá.
Jacob gjørdist so eisini virkin losjulimur. Tað gekk so væl við nýggju losjuni í 1902, at longu í 1903 varð stovnað ein losja afturat »Polarstjernen«. Millum stovn­ar­ar­nar av hesi losju var Jacob Linden­skov. Henda losjan fekk eisini skjótt nógvar limir. Jacob gjørdist eisini í fleiri umførum “ovasti templari” i hesi losju.

Viltist á agitatónsferð í 1907
Tað var í november 1907, at fólka­atkvøðan um bann av fríari rús­drekkasølu skuldi verða, og í hesum sambandi varð arbeitt fyri at fáa eina danskan agitator til Føroya. Hetta gjørdist Peter Jensen, sum kom at hava so stóran týdning fyri føroyska samfelagið á fleiri økjum. Bert eitt dømi um hetta er mjólka­forsýningini.
Hann kom fyrst á fundir hjá losjunum í Havn, og í »Polar­stjern­en« varð hann ynsktur væl­komin av Jacob Lindenskov. Her var so tosað um, hvussu valstríðið í samband við fólkaatkvøðuna skuldi skipast.
Jacob var vegna losjuna við á fyrstu agitatiónsferð hjá Peter Jensen saman við Petur Jacob Mittún fyri avhaldsfelagið.
Teir fóru við »Smirli« úr Havn til Vestmanna 25. september. Eftir 12 tímar, har lagt var at í ymiskum bygd­um, komu teir til Vestmanna, har teir hildu fund. Tað var so óheppið, at beint tá var grind, og nógv­ir menn høvdu drukkið. Kort­ini vóru eini 40 fólk á fundi, flest kvinnur.
Longu kl. 6 morgunin eftir fóru hesir tríggir við báti um Vest­manna­sund. Á Vágalandinum vórðu teir settir av á Fútakletti. Teir fingu at vita, at teir skuldu halda seg sunn­an­­fyri ánna, sum rann í havið. Men hetta vóru skeiv beskeð. Teir skuldu halda seg norðanfyri.
Teir skuldu vera í Sandavági kl. 10 á morgni. Men mjørki kom á teir, og eingir varðar vóru. Teir máttu so royna sum frægast at leita seg fram. Jacob gekk á odda. Hinir ivaðust ikki í, at hetta fer at verða ein galin endi, men ikki bilaði.
Út á seinnapartin hoyrdu teir eina kúgv belja. Teir gingu eftir ljóðinum, tí tað kundi hent, at ein rás var oman til Sandavágs, har kúgv­in var. So var, og klokkan trý seinnapartin vóru teir í Sandavági. Her komu teir í prestagarðin, har teir vóru væl móttiknir hjá Carl Johansen, presti. Teir fóru so víðari til Sør­vágs. Her vóru ikki færri enn 80 fólk á fundi, sum vardi í heilar tríggjar tímar.
So til gongu til Miðvágs, har tað vóru 60 fólk á fundi.
Í Kvívík var fundur í kirkju­túninum. Her byrjaði Peter Jensen eina frálíka røðu. Men eftir 20 minuttir kom róp í, og í somu løtu hvarv mannamúgvan. Hetta skilti Jensen einki av, men tá vóru tað grindaboð. Úr Kvívík var farið til Kollafjarðar, men her var fólkið farið í grind, so tað vóru bert 20 fólk á fundi. Dagin eftir 2. oktober róði manning teir yvir á Hvítanes, haðani teir gingu til Havnar. Har var fundur hildin um kvøldið fyri fullum húsi.

Eftirlitið við rúsdrekkalógini
Fólkaatkvøðan gekk eftir vild, og stór­ur meiriluti var fyri nýggju rús­drekka­lógini, sum bannaði fríari sølu.
Í 1908 varð arbeitt við at gera eina »kredslosju« fyri Føroyar, t.v.s. eitt meginfelag fyri losjur. Jacob Lindenskov gjørdist eitt av um­boð­unum hjá »Polarstjernen«, tá kreds­losjuni varð stovnað 14. oktober, og hann gjørdist eisini nevndarlimur.
Ein stór uppgáva hjá kredslosjuni var at hava eftirliti við, at nýggja rúsdrekkalógin varð fylgd.
Hetta var ikki ov gott. Jacob Lindenskov greiddi frá á einum fundi, at meðan hann var í Klaksvík legði ein grind beinini, og »Spiritus flød ligefrem í Strømme«, so nógv sum grindamenninir drukku. Hann hevði sæð ein handil, sum seldi rúsdrekka fyri minst líka nógv, sum øll grindin var verd. Á heimvegnum hevði hann eisini lagt til merkis, at sera nógv varð drukkið millum danskarar, sum løgdu telefonina á Skálafjørðinum.
Men hóast hetta var kortini ein stór minking í samlaðu rúsdrekka­nýtsluni.
Ætlanin var alla tíðina, at rús­drekkalógin skuldi endur­skoð­ast. Í hesum sambandi heittu Peter Jensen og Jacob Lindenskov í 1911 vegna kredslosjuna á fútin fyri at finna fram tølini fyri rúsdrekka­innflutningin undan­farnu fimm árini. Losjurnar skuldu gjalda út­reiðl­urnar av hesi kanning.
Hetta vóru hugalig tøl fyri frá­haldsrørsluna. Tey vístu til dømis, at innflutningurin av brenni­víni var minkaður úr um 150.000 pottar í fíggjarárinum 1906/07 til um 60.000 pottar í 1910/11.
Í 1909 verður »Polarstjernen« niður­­løgd og limirnir fluttir í »Støt Viljen«. Her gjørdist Jacob Linden­skov varatemplari.

Nýggja ættarliðið tekur við
Tað seinasta, sum verður sagt um Jacob Lindenskov í losjuhøpi, er, at nýggja ættarliðið tekur við. Í 1927 verða tvey børn og ein verdóttir hjá honum vígd sum limir.
Ein av teimum hevur verið Edvard, sum nógvar tilvísingar eru til í losjubókini. Ein sonur hans­ara, Jákup, hevur alt sítt lív verið sera virkin í losjuni og fyri frá­halds­arbeiðinum yvir­høvur. Av hansara børnum hevur Elin sum ung verið virkin í ungdóms­arbeiði­num hjá Losjuni. Her eru tískil fýra ættarlið, sum eru umboðað í losjusøguni.

Børnini hjá Jacob Lindenskov vóru:
Í fyrra hjúnalagnum
Johanna Sofía (1894-1953)
Hans Sigurd f. 1896
Johannes Edvard (1897-1986)
Christina Maria f. 1898
Og í seinna hjúnalagnum
Anna Cathrina f. 1908.
Seinni fekk hann Birtu Helenu (1913-1986) við Elsebeth Sofíu Fred­rikki Egholm f. 1882.

Kelda:
Erling Isholm: Losjan Støt Viljen – 100 ár.
Jákup Lindenskov

Í komandi parti um tvær vikur verður greitt frá Heina á Trøðna og konu hansara Mariane Elise