Línuskipini gevast nú til jóla

- Trý línuskip koma inn at landa mánadagin, og fleiri koma seinni í vikuni.

- Trý línuskip koma inn at landa mánadagin, og fleiri koma seinni í vikuni. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tá skipini, sum nú koma inn, hava landað, verður helst lagt stilt til eftir jólahøgtíðina, og nøkur línuskip eru longu givin.

 

Útlitini til útróður eru góð teir næstu dagarnar. Streymurin verður brúkiligur, og líkt er til, at veðrið fer at laga seg væl.

 

- Vit vænta tí nógvan útróður í næstu viku, og útróðrarbátarnir fáa næstan bara tosk og hýsu, verður lagt aftrat.