info
Ongi úrslit

Líraveiðan í Skúvoy er av

- Eg haldi ikki, at samlaða líraveiðan í Skúvoy í heyst fór upp um 500, og hetta er nógv minni, enn tá veiðan var uppá tað mesta, sigur Harry Jensen í Skúvoy.

Vilmund Jacobsen
24. september 2023 kl. 17:59

Líradagur var 26. august, og tá plagdu menn í ávísum oyggjum, har skrápur reiðrast, at draga líra. Skrápur, sum er hin gamli fuglurin, reiðrast í djúpum holum í moldbakka ella urðagróti, og líri varð drigin við stívum jarntráði við króki í endanum. 
Eina ella tvær vikur eftir líradag, plagdu menn at fara í urðina ella í bakkan at taka líra við lykt á kvøldi. Nú var ungin vorðin so mikið búgvin, at hann byrjaði at koma út úr holuni í kvøldarmyrkrinum at royna sínar veingir. 
Skrápur reiðrast nógvastaðni í Føroyum, men flestu líralond eru smá við lutfalsliga lítlum tali av búfugli. Størsta líraoyggj í Føroyum er ivaleyst Skúvoy, men fitt av skrápi reiðrast eisini aðrastaðni, eitt nú í Sandoy, Koltri, Stóru Dímun, Nólsoy, Trøllhøvda og eisini aðrastaðni um landið.

Harry Jensen í Skúvoy sigur, at líri verður ikki veiddur í oynni nú sum áður.
- Tað var tann tíð, tá her vórðu tiknir nakrir túsund lírar í bakkanum á hvørjum heysti. Sjófuglurin hevur í fleiri ár verið illa fyri, og tí hava vit her úti valt at binda um heilan fingur.
Hann vísir á, at tað er eingin neyv teljing av skrápi ella líra, og tí hevur tað hildið vera skilagott at avmarka líraveiðina. Harry Jensen sigur, at tey í Skúvoy á grannastevnu seinnu árini hava ásett eitt mesta tal av lira fyri hvørt húsarhald í bygdini.
Tíðin, nær farast kann á líraveiði í Skúvoy, hevur eisini verið avmarkað til eina viku. Í ár hevur skipanin verið hon, at líri kundi veiðast í døgunum frá 10. september til og við 16. september – ella í sjey kvøld tilsamans.
Harry Jensen vísir á, at umframt at talið av kvøldum, sum líri kundi veiðast, var sett til sjey, var eisini ein kvota sett á, soleiðis at hvørt húsarhald í bygdini í mesta lagi kundi veiða 100 lírar. Hann heldur, at menn sum heild lótu væl at vertíðini í heyst.

- Okkurt kvøldið var ógvuliga ljóst, tí tað var mánalýsi, og tá plagar veiðan ikki at roynast. Onnur kvøld royndust betur, sigur hann.

Sjálvur var Harry Jensen ikki eftir lírum hesaferð, men sonur hansara, Andru Emil Jensen, var ein túr og fekk stívliga 60 lírar, sum er eitt hampiliga gott kvøld.

Hann heldur ikki, at samlaða líraveiðan í Skúvoy í heyst fór upp um 500, og hetta er nógv minni, enn tá veiðan var uppá tað mesta, tí tá vórðu fleiri túsund lírar tiknir á hvørju heysti.
- Vit hava bara hildið, at best er at binda um heilan fingur og avmarka veiðina, tá eingi hagtøl eru, sum siga okkum, hvussu stovnurin er fyri, sigur Harry Jensen í Skúvoy.
 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skagerak: Fýra sluppu av brennandi fiskiskipi

1 tími síðan
Hondbóltur

HØJ heldur fast í oddasessinum - Mors Thy tapti í Aalborg

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Marita og liðfelagarnir taptu í Kroatia (Champions League)

2 tímar síðan
Fótbóltur

FM-vinnararnir mistu stig á heimavølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Víkingur - AB

3 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin brendi brotsspark - Liðið hjá Jóhannu vann toppdystin

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ - 07 Vestur

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nýggi álops­spæl­ar­in hjá Vík­ingi var tví­fald­ur mál­skjútti

5 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Óla og Jóhan vunnu sínar dystir

5 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 - Skála

5 tímar síðan
Tíðindi

Bodø: Hava funnið líkið av manni sum koppaði á vatnskutara

5 tímar síðan
Fótbóltur

HB er á veg út í Europa

5 tímar síðan