Listaframsýning í skúlanum

Í sambandi við Fjarðastevnuna verður skipað fyri áhugaverdari framsýning í auluni í skúlanum í Vestmanna, har bæði kend listafólk, men eisini vestmenningar fara at sýna list fram

Tað er bert fólk við tilknýti til Vestmanna, sum fara at sýna fram á listaframsýningini í Vestmanna Skúla á Fjarðastevnu. Framsýningin er rættuliga áhugaverd, tí at talan er bæði um málningar, seymaðar og vovnar myndir, umframt ymiskar tilevnaðar prýðislutir. Nógv av teimum umleið 20 fólkunum, sum fara at sýna fram, eru vestmenningar, sum ongantíð áður hava tikið lut á einari listaframsýning.
Tað er VÍF, sum skipar fyri framsýningini, sum er opin leygardagin frá kl. 18 til 22, og sunnudagin frá kl. 14 til 22. Tað kostar 20 krónur at koma inn á framsýningina, og allar inntøkurnar fara óskerdar til keyp av list, ið verður latin stovnum í bygdini.