Luttakarar á framsýningini eru Frits Johannesen, Øssur Mohr og Heðin Kambsdal úr Fuglafirði; Sámal Toftanes úr Leirvík, Maigun Solmunde úr Syðrugøtu, Carsten Olgar Lamhauge úr Søldarfirði og Sjúrður Højgaard úr Runavík.
Listaverkini verða seld á framsýningini, og fer ágóðin til Balkan hjálpina, sum skipar fyri at senda neyðhjálp til flóttarfólkini úr Kosovo.
Ein vegleiðandi prísur verður settur á hvørt listaverk, men møguleiki verður at bjóða uppá hvørt einstakt listaverk á ein hátt soleiðis, at tann, sum eigur hægsta boð fyri hvørt listaverkið, tá framsýningin letur aftur, hevur keypt tað.
Balkan-hjálpin fer til Albania við neyðhjálp, og farið verður úr Føroyum umleið 30. mai. Umboð fyri Balkan-hjálpina fylgja útgerðina líka til flóttarfólkalegurnar, har hjálpin verður býtt út. Hesum fer ein samkoma í Tirana í Albania at taka sær av saman við føroysku umboðunum.
Fyrireikararnir av framsýningini eru hesi umboð fyri Balkan-hjálpina: Carsten Olgar Lamhauge, Hanus Poulsen og Kristian Martin Petersen.