Fyrstu framførslurnar í verkætlanini ?Listaleypurin? eru nú farnar av bakkastokki. Norðurlandahúsið skipar, í samstarvi við Mentamálaráðið og kommunurnar, fyri einum tiltaki, ið hevur til endamáls at geva fólkaskúlanæmingum høvi til at uppliva yrkislist, bæði tónleik, sjónleik, myndlist og virtuella list.
Fyrimyndin er eitt átak í Noregi, ið ber heitið ?Den kulturelle skolesekken?. Verkætlanin hevur fleiri ár á baki og hon røkkur í dag um alt landið við fleiri hundrað framsýningum árliga.
Í Føroyum er avtalað at byrja við eini trý ára royndarætlan, har stuðul verður latin til tíggju listaverk hvørt árið. Ein nevnd, ið verður mannað við yrkiskønum, velur listaverkini. Bóklingur, ið lýsir listaverkini, verður sendur skúlunum, har lærarar og næmingar í felag kunnu bíleggja listaverk.
Mánadagin 10. mars til fríggjadagin 14. mars 2008 spælir Dánjal ?etno-clash? fyri næmingar frá 12 ára aldri.
Dánjal á Neystabø, sang og klaver, Stephan Sieben, gittar, Annika Jessen, klarinett, Erik Olevik, bass, Ulrik Brohuus, trummur og Angelika Nielsen, fiól, mynda bólkin.
Dánjal sigur um framførslu sína:
?Okkara tónleikur hevur eitt heilt serligt úttrykk - etno clash - og speglar eina samanseting av tango og fólkatónleiki úr Føroyum og av Balkan. Tekstirnir eru ofta hugvekjandi og provokerandi søgur, sum bæði verða sagdar og spældar. Grundleggjandi hugskotið er at seta tankarnar í gongd hjá áhoyrarunum.?
Skúlaárið 2008-2009, verða tíggju nýggj listaverk í Listaleypinum.