Listarliga »Ringrásin« hjá Oggi Lamhauge er fullgjørd, nú bókin og seinasti liðurin í verkinum verður løgd fram í annaðkvøld Bókin er síðsti liður í verkætlanini, sum byrjaði 1. juni 2007 í hølunum hjá Kunningarstovuni í Havn og helt á í eitt ár.
Í byrjanini av hvørjum mánaði flutti Oggi Lamhauge ymiskt tilfar úr náttúruni - sand, gras, stein, leyvsbløð o.s.fr. ? inn í eitt rúm í Kunningarstovini og setti tað saman í ein skulpturellan form, sum hann avmyndaði.
Við endan á mánaðinum læt hann so nýtt tilfar koma ístaðin, meðan hann læt tað gamla fara aftur á sítt upprunaliga pláss ella beindi tað burtur.
Nú eru bara myndirnar av teimum tólv uppsetingunum eftir sum prógv um tað, sum einaferð var, og til vitni um minnið.
Men við bókini kemur út úr myndunum ein nýggj list við fleiri yrkingum, sum ungir føroyskir yrkjarar hava skrivað. Ella sum Ingeborg Bugge vísir á í innganginum:
- Við hesum fyribils seinasta taki megnar Oggi Lamhauge hegnisliga at snara lívsins ringrás av nýggjum. Tað er ikki bara æviga afturkoma lívsins, men listarinnar.
Bókaframløgan verður mánakvøldið 7. desember kl. 20. á Listasavninum.
Umframt bókaframløguna verður upplestur av yrkingum úr bókini, sum Rakel Helmsdal, Sigri Mitra Gaïni, Oddfríður Marni Rasmussen og Petur Pólsson Jensen hava skrivað.