Lítil eldur í húsum í Klaksvík

Ongin skaði hendi, tí borið varð skjótt at

Seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi í einum húsum í Klaksvík. Fólk arbeiddu í bilskúrðinum, tá ið streymurin brádliga fór.

 

Tá ið tey fóru inn í húsið at kanna málaran, var nógvur roykur inni, so tey boðaðu løgregluni frá.

 

Tað vísti seg, at skammlop var í eini vaskimaskinu og at tað var orsøkin til eldin. Men av tí, at fólk vóru hjástødd, og sløkkiliðið bar skjótt at, hendi ongin skaði, sigur løgreglan.