Liverpool má vinna torføra útidystin á Velodrome-leikvøllinum í Marseilles í kvøld. Teir kunnu eisini seta sína lít til, at Besiktas vinnur í Oporto ímóti FC Porto, men tað er ikki nógv, ið talar fyri tí. ?Um tú vilt vinna steyp og heiti, so mást tú leika í finalum. Fyri okkum, er dysturin í kvøld ein finala.? sigur Rafael Benitez við BBC. Benitez skal á fund við amerikonsku eigarnar hjá Liverpool FC, sum eru George Gillet og Tom Hicks. Úrslitið í kvøld millum Marseille og Liverpool kann koma at hava eina stóra ávirkan á tann fundin. Hetta metir BBC. Komandi dysturin í Premier League ímóti Manchester United, sum verður sunnudagin á Old Trafford verður óivað eisini ógvuliga avgerandi fyri lagnuna hjá Benitez. Liverpool tapti rættuliga óvæntað heimadystin ímóti Marseille við 0-1. ?Tað er eyðvitað, at tað var eitt stórt mistak frá okkara síðu at tapa til Marseille heima. Vit mugu spæla upp til okkara besta, um vit skulu sigra á Marseille í kvøld!? sigur Rafael Benitez.