Lívið fór undan Helga

Í hjálparloysi sá 88 ára gamla Kathrina Højgaard sonin líða undir Parkinson fyri síðani at velja ringast hugsandi vegin burtur úr sjúkuni. Stillisligu neyðarrópini um hjálp eru tagnað

Í hjálparloysi sá 88 ára gamla Kathrina Højgaard sonin líða undir Parkinson fyri síðani at velja ringast hugsandi vegin burtur úr sjúkuni. Stillisligu neyðarrópini um hjálp eru tagnað.

 

– Hansara sjúka varð ikki loftað. Eingin tók um endan, og í staðin varð øll ábyrgdin løgd á okkum, fyrst og fremst á hansara 88 ára gomlu mammu, siga systrarnar, sum saman við mammuni siga søguna um Helga Højgaard.

 

Søgan verður søgd í Sosialinum í dag. Blaðið vitjar heimið á Túgvu 12 í vesturbýnum í Havn, har 64 ára gamli Helgi Højgaard livdi síni mongu, síðstu ár. Eftir situr mamman, 88 ára gamla Kathrina Højgaard, sum síðstu árini tók sær av soninum. Saman við henni siga døturnar, 63 ára gamla Marita, sum býr í Danmark. 62 ára gamla Birna, sum býr í Svøríki. Og 53 ára gamla Carolina, sum býr í Havn, søguna um síðstu tíðina hjá Helga Højgaard.

 

– Helgi tosaði ikki nógv um sjúkuna. Hann segði lítið, var ein afturlatin persónur, men hann rópti um hjálp. Men eingin lurtaði, har var eingin hjálp til hansara, sigur Kathrina Højgaard.

 

Leygardagin 20. september varð Helgi borin til sítt seinasta hvíldarstað. Hann hevði fylt 65 mánadagin 29. september.

 

Mótloysi hevur merkt síðstu tíðina hjá familjuni Højgaard. Mótloyvi í stríðnum móti tí vælferðarsamfelag, sum eftir teirra tykki ikki dugdi at lætta um hjá hart raktu familjuni. Sum ikki kláraði at geva Helga ta hjálp, ið hann eftir teirra tykki átti at fingið.

 

Les teirra søgu í Sosialinum í dag.