Livir í vónini um Voxbotn

– Vit hava eina vón enn, og vit bíða eftir myndugleikunum.

Tað sigur Runi M. Djurhuus, tá vit spyrja hann, um festivalurin Voxbotn verður sum ætað seinasta leygardag í mánaðinum, 26. juni.

 

Men tað veit Rúni M. Djurhuus ikki enn.

 

– Vit vóna tað besta, men vit vita ikki, tí vit bíða eftir myndugleikunum, sigur hann.

 

Spurdur um tað ber til at stápla ein slíka festival upp á beinini upp á nakrar dagar, so sigur Rúni M. Djurhuus, at teimum sjálvandi tørvar nakað av tíð at fáa alt at rigga, og at onkur útlendsk nøvn standa klára at koma til Føroya, um festivalurin verður.

 

Tórshavnar kommmuna er annar farin undir ein útbygging í Voxbotni, har ferðslan er umløgd. Men hvussu verður við tí, um festivalurin verður, veit Rúni M. Djurhuus ikki.

 

Tað eru smáar tríggjar vikur til 26. juni.