Lívsins vatn á Christiansborg

Føroyski fólkatingsmaðurin í sjónvarpsrøðini, Partiets mand, skeinkir føroyskan snaps, tá gassfund skal feirast

Partiets mand er sera væl umtókt sjónvarpsrøð hjá DR2. 

 

Sendingin snýr seg um politiska spælið á Christiansborg, og har hoyrir ein føroyskur fólkatingslimur sjálvandi eisini til.

 

Tað er Bárður Persson, sum hevur tann leiklutin, og tá gass verður funnið í føroysku undirgrundini, er sjálvandi øll orsøk at skeinkja hjá fólkatingsliminum. Og tað ger hann við Lívsins Vatni, sum soleiðis fær bæði góða og ókeypis reklamu í donskum sjónvarpi.

 

Erling Eidesgaard, stjóri á Dism, sum framleiðir føroyska snapsin, segði við Rás2 í dag, at hann ikki visti av nøkrum, men at hann sjálvandi er fegin um, at fyritøkan soleiðis fær ókeypis lýsingar í bestu senditíð í donskum sjónvarpi.