- Vit eru væl fyri. Tað eru nakrir skaðar, men sum heild eru vit væl fyri.
Tað sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, sum í kvøld skal spæla í Evropa League ímóti AIK Stockholm úr Svøríki.
Mikkjal Thomassen sigur, at hóast teir hava gjørt sítt heimaarbeiði og hugt hvussu sviar spæla, so er einki at ivast í, at sviar eru eitt betri lið enn KÍ.
- Tað verður torført í dag, hóast AIK spæla á ein hátt, sum passer væl til KÍ, sigur Mikkjal Thomassen.