Ljós yvir kommununa

At partur av gøtuljósunum í Tórshavnar kommunu ikki verða tendrað, fyrr enn tað er vorðið bølamyrkt og somuleiðis verða sløkt, áðrenn tað aftur lýsir á morgni, er ein stórur trupulleiki, ikki minst hvat viðvíkur ferðslutrygdini, men eisini trivnaðinum sum heild.

Hetta verður óivað gjørt fyri at spara um útreiðslurnar hjá kommununi, sum tó er ígongd við at skifta gøtuljósini um til LED-ljós, ið eftir fáum árum eru spard innaftur í spardari elnýtslu. Av tí sama er tað smáligt og púra óneyðugt at spara eina lutfalsliga lítla upphædd og afturfyri seta ferðslutrygdina í vanda.

Kommunan hevur gjørt íløgur í stýrisskipanir til gøtuljós, sum gera tað møguligt at stilla og fjarstýra gøtuljósini og sjálvsagt skuldu gøtuljósini verið tendrað við skýming og ikki verið sløkt aftur, fyrr enn eftir sólarris á morgni.

Kanska mest ferðsla er í býnum, tá ið skýming er og hetta er eisini tíðin á degnum, tá børn ganga heim úr frítíðarskúla og annars fara til ítrótt og annað frítíðarvirksemi. Gøtuljósini eru sostatt grundleggjandi viðurskifti, sum skulu vera í lagi og við at hava tey tendraði bøta vit bæði um ferðslutrygdina og trivnaðin sum heild í kommununi.

Í hesum sambandinum skal verða nevnt, at gøtuljósdeildin hjá kommununi ger eitt sera gott arbeiði og kann ikki lastast fyri trupulleikarnar - deildin útinnir bert boð frá politiska myndugleikanum.