Ljósar tíðir fyri framman

Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, helt at optimisman nú blómar aftur í Føroyum

-Fólk hava aftur trúgv uppá, at tað er gott at liva í Føroyum. Optimisman blómar eftir at vit hava fingið eina nýggja samgongu.

Framsøgumaðurin fyri Tjóðveldi, Pauli Trond Petersen, helt eina røðu, har hann vísti á, at nýggja politiska støðan í landinum ger, at fólk trívast her og at fólk flyta til Føroyar - heldur enn úr Føroyum.

 

Jørgen Niclassen, Fólakflokkurin, helt, at Pauli Trond Petersen eigur part í æruni av, at tað nú gongur væl, tí hann var partur av Fólkaflokkinum, tá ið ferð kom á - og nú er hann partur av Tjóðveldi, nú peningurin rennur inn í landskssan.

 

Pauli T. Petersen fór úr Fólkaflokkin og meldaði seg inn í Tjóðveldi.