Ljósið skal gera streym í Vestmanna

Ein roynd at gera elektriskan streym burtur úr dagslýsinum byrjar í Vestmanna fyrsta dagin. Ljóskyknurnar komu til Vestmanna mánadagin og verða sýndar fram fyri almenningunum ein av fyrstu døgunum

Farið verður fyrsta dagin undir eina verkætlan, sum skal framleiða elektriskan streym burtur úr dagslýsinum. Royndin verður gjørd í Vestmanna.
Gongur tað sum ætlað, verður tað ikki bara vatnið, sum í framtíðini fer at gera elektriskan streym í Vestmanna. Nú skal eini tann ljósi dagurin fáa málaran í skúlanum at mala, sigur Finnbogi Joensen, umsjónarmaður við Vestmanna skúla.
Ljóskyknur, sum skulu fanga ljósið um dagin, verða settar upp á takið á ítróttarhøllini í Vestmanna, og burtur úr teimum skal so elektriskur streymur gerast.
Finnbogi Joensen, sigur, at tað var Kári Thomsen, arkitektur í Havn, sum hevur gjørt nógv burtur úr umhvørvinum, sum fyri nøkrum árum síðan fekk hugskotið at seta upp ljóskyknur til at framleiða elektriskan streym burturúr. Hann reisti málið fyri Oljumálaráðnum, sum umsitir umhvørvismál, og har var beinanveg undirtøka fyri at royna hetta. Vestmanna skúli, sum er ein grønur skúli, vaðr valdur út at verða royndarstøð, greiðir Finnbogi Joensen, umsjónarmaður í Vestmanna, frá.
Hann leggur dent á, at hesar hesar sólkyknurnar, sum her verða brúktar, skulu ikki blandast við teir sólfangararnar, sum brúktir verða til eitt nú at hita vatn. Tað er hvør sítt, sigur Finnbogi Joensen.
Hann greiðir frá, at talan er um tvey sløg av sókyknum, sum settar verða upp á takinum á ítrótarhøllini í Vestmanna. Takið á ítróttarhøllini er vælegnað, tí tað er stórt, og góðir møguleikar eru fyri útbygging, um tað vísir seg, at tiltakið eydnast.
Av teimum vanligu sólkyknunum, sum fleiri fólk kenna frá eitt nú lampum heima í urtagarðinum, verða settir átta fermetrar upp. Síðan er eisini eitt nýtt slag av sólkyknum komið frma seinnu árini, sigur Finnbogi Joensen. Her er talan um eitt slag av dúki, sum brúkt verður. Og av hesum verða 25 fermetrar settir upp á takinum á ítróttarhøllini í Vestmanna.
Onkur undrast kanska á, um tað nú er rætta staðið at royna slíkt í Føroyum. Vit tosa jú um sólkyknur, og ikki er sólin tað, vit vanliga síggja mest til her á landi, heldur kanska onkur.
Men til tað sigur Finnbogi Joensen, at sambært serfrøðingunum, hann hevur tosað við, eru Føroyar í grundini sera væl egnaðar til júst slíkar royndir. Tí hóast hetta fyribrigdið verður nevnt sólkyknur, er tað grundini ikki bara sólskinið, sum ger tann stóra munin, hóast tað er gott. Heldur er tað tíðin, tá ljóst er á degnum, sum brúkt verður. So í gurndini kundi tað eins væl itið ljóskyknur heldur enn sólkyknur, sigur hann.
Og ljósar tímar hava vit nógvar her hjá okkum. Hesa árstíðina í hvussu er. Men, tekur Finbogi Joensen aftur í aftur, at var tað klárt sólskin, var tað sjálvandi best. Tí best er, tá ljósið er bjart og sterkt, sigur hann.
Sólkyknurnar fara at lata streymin inn á netið hjá SEV, sigur Finnbogi Joensen. Men tað verður kortini so, at Vestmanna skúli fær ágóðan av teirri framleiðslu, sum verður. Tí málari verður settur á, og tann nøgdin, sum sólkyknurnar á takinum á ítróttarhøllini í Vestmanna framleiða, verður so drigin frá aftur samlaðu el-nýtsluni hjá skúlanum, sigur umsjónarmaðurin.
Nýggju sólkkyknurnar komu til Vestmanna mánadagin, og verða sýndar fram ein av fyrstu døgunum. Kanska í dag sum ein annan dag, sigur Finnbogi Joensen. Tær verða vístar fram inni í skúlanum, áðrenn tær verða settar upp, sigur hann. Tað verður lýst alment við, nær hendan framsýningin verður.