Løgmaður: Snildbrillur kunnu hótta privatlívið

Snildbrillur, sum kunnu taka myndir og filma uttan at fólk varnast tað, eru ikki ólógligar í sjálvum sær. Men nýtslan kann vera ólóglig, sigur Beinir Johannesen, løgmaður

Landsstýrið fer at fylgja tøkniligu menningini og meta um, hvørt lóggávan verjir privatlívið nóg væl.

 

Snildbrillur, sum kunnu taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu hava við sær álvarsligar avbjóðingar fyri privatlívið.

 

Tað staðfestir Beinir Johannesen, løgmaður, í einum svari til Bjørg Lind, løgtingskvinnu, sum hevur sett honum ein skrivligan fyrispurning um snildbrillur í almenna rúminum.

 

Bjørg Lind spurdi millum annað, hvørjar váðar løgmaður sær í, at fólk kunnu taka myndir og filma onnur uttan at tey varnast tað. Hon spurdi eisini, um tørvur er á serligari lóggávu, avmarkingum ella forboði í ávísum støðum.

 

Løgmaður vísir á, at snildbrillur eins og onnur tól, sum taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu verða nýttar á ein hátt, sum er í stríð við bæði verndarlóggávu og revsilóggávu.

 

– Vandi kann eitt nú vera fyri, at viðkvæmar persónligar upplýsingar verða tiknar upp og deildar uttan samtykki, eins og vandi kann vera fyri, at brot verður framt á rættindi hjá tí einstaka til privatlív, skrivar løgmaður.

 

Brillurnar eru ikki ólógligar

 

Snildbrillur og líknandi tól eru ikki ólóglig í sjálvum sær. Tað kann nýtslan av teimum hinvegin vera.

 

Sambært løgmanni er tað tí av stórum týdningi, at fólk sjálv eru varug við, hvussu tey nýta tól, sum kunnu taka myndir og filma. Tey eiga eisini at hugsa um, hvørjar avleiðingar nýtslan kann fáa fyri tey sjálv og onnur.

 

Nýggj tól, eitt nú leikur og ur, kunnu longu í dag taka upp ljóð, myndir og film uttan at onnur varnast tað. Tí kann vera trupult at gera reglur, sum bara fevna um snildbrillur, uttan samstundis at taka onnur líknandi tól við.

 

Løgmaður vísir eisini á, at snildbrillur í framtíðini kunnu verða útgjørdar við vitlíkistøkni. Tað reisir enn fleiri spurningar um, hvussu tær og onnur líknandi tól kunnu brúkast.

 

Fer at fylgja gongdini

 

Løgmaður boðar ikki frá nøkrum ítøkiligum uppskoti um forboð ella nýggja lóggávu í løtuni.

 

Hann sigur tó, at tað er av stórum týdningi at fylgja væl við tøkniligu menningini, hvussu okkara grannalond viðgera spurningin, og hvussu rætturin hjá tí einstaka til privatlív verður tryggjaður.

 

– Út frá hesum fara vit at fylgja við í, um verandi lóggáva í nóg góðan mun verjir rættin til privatlív, skrivar Beinir Johannesen.