Nú nærkast Johannudagurin

Um viðrar koma træseglskipini, Thorshavn, Dragin og Westward Ho á vitjan, og sjálvandi liggur Johanna TG326 eisini við kai í Vági

Fríggjadagin 4. og leygardagin 5. september verður Johannudagurin aftur hildin í Vági.

 

- Í tveir dagar verða Vágs havn og Vágsfjørður karmur um tiltøk fyri bæði børnum og vaksnum.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at tiltakið byrjar fríggjakvøld við Syngið-við umborð á Johonnu, og leygardagin verður nógv á skránni allan dagin.

 

- Um viðrar, koma træseglskipini, Thorshavn, Dragin og Westward Ho á vitjan, og sjálvandi liggur okkara Johanna TG326 eisini við kai.

 

Lagt verður aftrat, at grindabátarnir fara á fjørðin, kappróðrarbátar kappast, og børnini kunnu fara á skattaveiðu við sjórænarunum.

 

- Og ikki minst verður stórt vatnkríggj á skránni.

 

Í Vági siga tey, at nógv ymiskt verður á skrá hesar báðar dagarnar, og øll skráin kann lesast um heimasíðuna - www.vagur.fo

 

Johannudagurin endara leygarkvøldið 5. september við bryggjudansi í Vági, har Vinmenn fara at spæla.

 

Tað eru felagið Johanna TG 326, Vágs kappróðrarfelag og Vágs kommuna, sum fyriskipa Johannu-tiltakið í Vági.