Løgreglan ávarar: Tað er serstakliga hált í Havn

- Kommunan fer nú at salta, har Bussleiðin koyrir, og har vegirnir eru hálast, sigur løgreglan.

Í morgun er hált fleiri staðni kring landið, og ivaleyst kann roknast við, at hálast er inni í bygdunum, meðan landsvegir eru saltaðir.

 

Løgreglan ávarar í morgun um, at summir vegir í Havn eru serstakliga hálir, og her er neyðugt at taka øll fyrilit og vísa størsta varsemi.

 

Vanligt er, at kommunan byrjar at salta, tá farið er um hálvan oktober, og tað verður hált.

 

- Men, í morgun er tað so hált í støðum, at neyðugt er at salta, har vegirnir eru hálast, og har Bussleiðin koyrir.

 

Hetta er serliga í brekkum, og har vegastrekkir liggja í skugganum.

 

Vaktleiðarin heitir staðiliga á bilførarar, sum koyra í Havn í morgun, um at vísa størsta varsemi, tí her er serstakliga hált í støðum.