Løgreglan hevur havt 17 átøk seinastu dagarnar

- Í tilsamans 17 ferðsluátøkum kring um landið hava vit fimm mál um rúsevnakoyring og eitt mál um rúsdrekkakoyring, veit løgreglan at siga í morgun.

Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt. 

 

Men, í gjárkvøldið tóku tey ein bilførara í norðurøkinum, sum løgreglan metir var ávirkaður - antin av heilivági ella øðrum rúsevnum enn alkoholi.

 

Løgreglan hevur góða útgerð til at kanna slíkt, men tað eru altíð tær læknaligu kanningarnar og úrslitini av teimum, sum verða avgerandi fyri útfallið av einum slíkum máli.

 

- Í nátt hevur annars verið púrasta friðarligt, og í morgun hevur einki verið, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.

 

Løgreglan hevur annars verið nógv úti um seg í ferðsluni um halguna, og bilførar og bilar eru kannað víða um landið.

 

- Vit hava seinastu dagarnar havt 17 slík málrættað átøk. 

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at úrslitið er, at tey hava fimm mál um rúsevnakoyring og eitt mál um rúsdrekkakoyring í hesum kanningum.