Løgreglan leitar nú eftir illgerðarmanni

Ein persónur varð sligin og bukaður uttan fyri skeinkistað í Havn

Eitt mál um harðskap er fráboðað løgregluni í náttarlívinum í Havn í nátt. Ein maður varð sligin og bukaður av uttan fyri eitt skeinkistað.

 

 

 

Mapurin hevur fingið skaða í andlitið og í høvdið og varð sendur á Landssjúkrahúsið til viðgerðarø

 

 

 

 

 

Sambært løgreglnuni er talan um grovan harðskap, sum nú verður kannaður. 

 

Løgreglan fer nú at avhoyra vitni. Hon veit ikki reiðiliga, hvør illgerðarmaðurin er, men tað verður millum annað kannað við at hyggja í vakmyndatól.