Løgreglan gjørdi í gjár eitt málrættað átak í móti prutlum í Vágum. Í hesum sambandi vóru seks prutl steðgað og kannað á rullufjølini hjá løgregluni, sum vísir, hvussu skjótt tey kunnu koyra.
Trý teirra vóru lóglig, meðan hini trý vóru tunað – ella »konstruktivt broytt«, sum merkir, at tey vóru broytt soleiðis, at tey kunnu koyra skjótari enn loyvdu 30 km um tíman.
Eitt av prutlunum kundi koyra 45 km um tíman, eitt kundi koyra 64 km um tíman og eitt 78,5 km um tíman.
Løgreglan tók nummarpláturnar av hesum prutlum, og eigarin, sum ofta eru foreldrini, fær bót fyri at prutlini eru ólógliga konstruktivt broytt. Fyri at fáa nummarpláturnar á aftur, skal prutlið kannast og góðkennast á Akstovuni.
Talan var um ungar dreingir. Ein teirra hevði heldur ikki koyrikortið til at koyra lítið prutl. Eitt »lítið prutl« er prutl, sum ikki skal kunna koyra meira enn 30 km um tíman. Og til tað er 15 ára aldursmark.
##med2##