Løgreglan: - Vit blanda okkum ikki

- Okkara uppgáva er meira er at fáa fólk at samskifta og skilja hvønn annan, sigur løgreglan.

Nú verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum gongur á aðru viku, er einki, sum bendir á, at verkfallið endar í bræði.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey ikki á nakran hátt blanda seg upp í verkfallið, so leingi, sum fólk ikki fara til hendurs.

 

- Vit hava sæð, at blokaduvaktir forða eitt nú bussum at koyra, men vit flyta ongan burtur, so leingi hetta ikki er okkara borð.

 

Løgreglan sigur, at teirra uppgáva meira er at fáa fólk at samskifta og skilja hvønn annan.

 

- Nei, vit eru slett ikki partur av hesum og leggja ikki uppí nakað, so leingi fólk ikki fara til hendurs, segði vaktleiðarin í morgun.