Løgreglan: - Vit taka tað púra róligt

- Onkur avtala er um, at neyðsendaraakfør, sum eitt nú løgregla, sjúkrabilar og sløkkilið fáa atgongd til brenni, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at eingir trupulleikar higartil hava staðist av lýsta verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum.

 

- Nei, her hevur einki verið higartil. Vit virða sjálvsagt verkfalsrættin, og vit taka tað púra róligt, segði løgreglan í telefonfundinum í morgun.

 

Spurdur, um løgreglan væntar, at tey fara at fáa brenni á bilarnar, um verkfallið verður drúgt, og pumpurnar á støðunum gerast tómar, er svarið:

 

- Vit vænta ikki, at hetta verður ein trupulleiki.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at onkur avtala er um, at neyðsendaraakfør, sum eitt nú løgregla, sjúkrabilar og sløkkilið fáa atgongd til brenni.