Løgtingið fer til arbeiðis aftur hósdagin

Ólavsøkudag byrjar nýggja tingárið við ólavsøkurøðu løgmans.

Fyrsti tingfundur í nýggju tingsetuni verður sum siður er ólavsøkudag klokkan 13. Tað er eftir at tingfólk, embætisfólk og prestar hava gingið í skrúðgongu oman í Havnar kirkju til gudstænastu, og niðan aftur í Løgtingið.

 

Eins og í fjør, so verður Løgtingið ikki opið fyri almenninginum á ólavsøku. Orsøkin er koronustøðan. Formansskapurin Løgtingsins hevur eisini gjørt av, at Løgtingið heldur ikki verður opið fyri almenninginum seinni um dagin, sum vanligt hevur verið seinnu árini.

 

Formansskapurin gjørdi eisini av, at byrjað verður aftur at skráseta uppmøtingina hjá tingfólki á ólavsøku, tó ikki til teir fundir, tá einans framløga er á skrá. Síðani korona fór at gera um seg er tingfólk, sum ikki hava møtt til arbeiðis, ikki skrivað fyri fráveru, so sum tey plaga at vera. Men tað verða tey so aftur frá á ólavsøku.

 

Formansskapurin í Løgtinginum hevur eisini gjørt av, at tá umrøðan av ólavsøkurøðuni er liðug, verður tingfundur ikki aftur fyrr enn í september, uttan so, at okkurt áleikandi mál er.