Tey trý forfólkini nýttu høvi at tosa um felags viðurskifti og tørvin á at standa saman sum parlament í útnorði.
Í samband við 41. ársfundin hjá Útnorðurráðnum í dag, hava tey trý havt hvør sína røðu um javnstøðuviðurskifti í samfeløgunum í útnorði, sum var fyrsta kjakevni á fundinum í morgun.
Tingforfólkini eru samd um, at halda fram við at menna góða samstarvið millum parlamentini í teimum trimum londunum. Í hesum sambandi er avtalað, at tingforfólkini taka upp aftur siðvenjuna at hittast til ein árligan fund at umrøða felags viðurskifti og áhugamál.
Londini skiftast um at vera vertur fyri fundunum. Fyrsta fundin í komandi ári verður Løgtingið vertur.
##med2##