Norrøna felagið skrivar, at tað verður ein stórfingin, áhugaverd, forvitnislig og skemtilig vitjan úr Íslandi 13. september. Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri og mentamálaráðharri í Íslandi vitjar Norrøna felagið saman við formanninum í islendska Norrøna felagnum og ADHD felagnum Hrannar Arnarsson og Jógvani Hansen, skemtara og tónleikara, eisini kendur sum ”føroyingurin í Reykjavík”.
Í gaman og álvara koma tey trý at greiða frá og undirhalda um Ísland og íslendingin, sum hann er og hevur tað í dag. Kunnað verður um avbjóðingar tey ungu og eldri hava í íslendska vælferðarsamfelagnum. Vit koma at hoyra um íslendska mentan og list og um politikk og búskap. Og ikki minst um hvørjar væntanir íslendska fólkið hevur til sína framtíð.
Tiltakið verður i Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin 13. september 2025 kl. 14:00 til umleið 17:00.
Limir í Norrøna felagnum gjalda 100 krónur, og tey sum ikki eru limir gjalda 220 krónur.