Flokkurin hevur bygt neyðugar brúgvar í føroyskum politikki. Møguleikin er størri nú! Vit eru glað, ágrýtin og álítandi skilafólk, sum bjóða okkum fram við Føroya bestu floksskrá og dugnaligum fólki í baklandinum.
Nú valstríðið ? væl skiljandi ? hevur so álvarsama slagsíðu av spurninginum ímillum Føroyar og Danmark, sum vónandi fær eina virðiliga loysn, okkum til størri frælsi, vil eg, sum eri uppstillaður í Havn, hesaferð tríva í onnur evni.
Hjartamál
? at Løgtingið skjótt staðfestur:
ein víttfevnandi og miðvísan Heilsu- og Trivnaðarpolitikk. Undir hesi stremban vil eg, tá ið tit hava sett meg á ting, virka fyri:
?einum skilagóðum íbúðarpolitikki, herundir serliga fyri rørslutarnað.
?eini fyribyrgjandi, røkjandi og loftandi økisterapi fyri rørslulagið.
?at barnaterapeutar verða settir í øll øki ? ikki minst í útjaðaraøkini.
?at ergonomisk ráðgeving verður til alt vinnulívið ? eisini sjóvinnuna.
?at skipanin fevnir um primært fyribyrgjandi virksemi fyri rørslulagið til børn í og undir skúlaaldur ? í heimunum, í barnagørðunum og í skúlunum.
?og eini frískúlalóg, sum verður lagað til føroysk viðurskifti.
Veljið D fyri Dygd ? setið X við Sjálvstýrisflokkin.
Jónas Johnsson,
Kollafjørður