Løkke: USA og Danmark aftur á sporinum um Grønlandi

Tað er ov tíðliga at gera niðurstøðu, men tað hevur eydnast okkum at koma aftur á sporið um Grønlandi, sigur Løkke.

Fyrsti fundurin hjá arbeiðsbólkinum við USA um Grønland hevur gingið so mikið væl, at partarnir nú eru "aftur á rættari kós".

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, um fyrsta fundin hjá arbeiðsbólkinum í Washington.

– Eg vil heilt einfalt vátta tað, sum uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, segði í gjár. Vit hava havt fyrsta fundin á høgum embætisfólkastigi í Washington.

– Tað gekk væl. Har var sera konstruktivur stemningur og dialogur og nýggir fundir eru planlagdir. Tað er ikki soleiðis, at viðurskiftini eru komin í rættlag, men tað er gott, tí vit eru aftur til tað, sum vit vóru samd um í Washington, sigur Lars Løkke Rasmussen.

 

/Ritzau/

##med2##