Løkke viknaður eftir stjórnarkreppu

Eva Kjer Hansen, nú fyrrverandi ráðfrúa. Mynd:Ritzau/(Finn Frandsen/POLFOTO/Arkiv)

Tað vóru boðini frá Lars Løkke Rasmussen á Twitter týskvøldið, sum skaptu higartil størstu stjórnarkreppuna hjá nýggju stjórini hjá Lars Løkke Rasmsussen, forsætisráðharra.

 

Boðini, hann sendi á Twitter, vóru hesi:

 

»Har indkaldt lederne af de blå partier til møde i aften kl 21. Så må vi se om regeringen fortsat har flertal til at være regering... #dkpol«

 

Hóast misbrotið, sum Konservativi flokkurin legði Evu Kjer Hansen undir ikki var størri enn so, at fleiri ráðharrar hava forbrotið seg meira enn hon, so var tað týðiligt, at her var eitt stríð um vald millum Konservativa Fólkaflokkin og forsætisráðharran.

 

Lars Løkke Rasmussen er royndur í leikum og sera dugnaligur politiskur telvari. Men hesaferð málaði hann seg inn í ein krók. Hann segði, at hann heldur fór at skriva út fólkatingsval enn at koyra ráðfrúuna frá. Harvið legði hann trýst á konservativa formannin, Søren Pape Poulsen – uttan iva í vónini um, at hann fór at taka kravið aftur um, at Eva Kjer Hansen skuldi leggja frá sær. Men Pape stóð við sítt.

 

Tí var einasti møguleikin tann, sum vísti seg í gjár, at Eva Kjer Hansen sjálv legði frá sær.

 

Tað er púra vist, at hetta ikki er ein avgerð, hon sjálv hevur tikið, men sum forsætisráðharrin sjálvur – ella hon saman við forsætisráðharranum hevur tikið. Hetta var eisini bíligasti útvegurin. Tí Lars Løkke Rasmussen kundi ikki býta í grasið og koyra ráðfrúnna, og hann hevur so slett ikki ráð at skriva út val.

 

Løkke tapti slagið og tapti valdsstríðið móti konservativa formanninum. Og hann veit eisini væl, at hinir stuðulsflokkarnir hjá Vinstra fara at koma við sínum krøvum. Tí kunnu tey konservativu, so kunnu hini eisini.

 

Ein stjórn við 34 sessum í Fólkatinginum er ein veik stjórn. Tí tey skulu hava 90 sessir fyri at tryggja sær meirlutan. Og 90 atkøvður eru, tá allar tær borgarligu eru taldar við. Tað verður ikki hildið, at stjórnin fer at klára seg ígjønum hetta valskeiðið. Eygleiðarar halda tó, at at stjórnin man fara at klára eitt ár afturat. Tá stjórnin er komin í hálvt valskeið, er lagaligari hjá forsætisráðharranum at skriva út val.

 

Nú verður gitt, hvør avloysarin hjá Evu Kjer Hansen verður. Eitt boð er Søren Gade, sum gjørdi politiskt come-back á seinasta fólkatingsvali. Annað boð er Jakob Elleman-Jensen, sum er sonur fyrrverandi formannin í Vinstra, Uffe Elleman-Jensen.

Eva Kjer Hansen, nú fyrrverandi ráðfrúa. Mynd:Ritzau/(Finn Frandsen/POLFOTO/Arkiv)

Eva Kjer Hansen, nú fyrrverandi ráðfrúa. Mynd:Ritzau/(Finn Frandsen/POLFOTO/Arkiv)

Eva Kjer Hansen, nú fyrrverandi ráðfrúa. Mynd:Ritzau/(Finn Frandsen/POLFOTO/Arkiv)

Eva Kjer Hansen, nú fyrrverandi ráðfrúa. Mynd:Ritzau/(Finn Frandsen/POLFOTO/Arkiv)

Eva Kjer Hansen, nú fyrrverandi ráðfrúa. Mynd:Ritzau/(Finn Frandsen/POLFOTO/Arkiv)