Hóskvøldið 1. mai er dúkað til hálvfinalurnar og finaluna í quizini "Av Skipanesi til Æðuvíkar". Byrjað verður klokkan 19, og vóna fyrireikararnir at síggja eina fulla Løkshøll hóskvøldið.
Seinnapartssendingin hjá Rás2, sum sendir innsløg úr Runavíkar kommunu fekk orðið á Trygva Mortensen, sum er ein av fyrireikarunum og dómarunum. Trygvi er væl nøgdur við innleiðandi kappingarnar og undirtøkuna higartil.
Tað ber til at hoyra samrøðuna við Trygva Mortensen við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI.