Loftávaringar eru víða um í Ukraina

Fleiri útlendskir miðlar skriva, at loftávaringar eru at hoyra í fleiri býum har vesturi og í útnyrðingspartinum av Ukraina eins og í høvuðsstaðnum, Kyiv.

 

The Guardian veit í morgun at siga, at ávaringar eru í býnum,  Lviv í vestri, Rivne og Volyn í útnyrðingspartinum og í Ivano-Frankivsk í útsynningspartinum av Ukraina.

 

Haraftrat eru loftávaringar í Khmelnytskyj, Vinnytsia og Zjytomyr, sum liggja vestan fyri høvuðsstaðin, Kyiv. Reuters er millum tíðindastovurnar, sum bera hesi tíðindi.

 

Fríggjanáttina vóru eisini ávaringar kring um meginpartin av Ukraina, og seinni vóru harðar spreingingar eisini at hoyra í býum ymsastaðni í landinum.

 

Russland hevur ávarað ímóti fleiri loftálopum, eftir at stóri russiski rakettkrússarin og flaggskipið í svartahavsflotanum - Moskva - sakk í endanum av hesi vikuni.

 

Verjumálaráðið í Russlandi vil vera við, at eldur kom í skipið og spreingievni umborð, men ukrainar siga, at teir raktu krússaran við tveimum neptun-rakettum.

 

Moskva liggur nú við havsins botn, og mett verður, at her vóru einir 500 hermenn umborð. Ógreitt er, hvussu nógvir sluppu við lívinum, og hvussu nógvir lógu eftirá.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Tað hevur notið fast hjá russum, at teir mistu stóra rakettkrússaran og flaggskipið, Moskva.