Silja Strøm hevur listprýtt sjálva svimjihøllina við langhylinum, og Bárður Dal Christiansen hevur listprýtt Gundadalsstovu, sum er hølið, ið hevur útsýni oman móti Tórsvølli og býnum annan vegin og inn í svimjihøllina og langhylin hinvegin.
250 fermetrar av list
Bergur Rask Olsen, verkætlanarleiðari á Bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, vísti á, at tað var longu í 2021, at listin bleiv hugsað inn í verkætlanina, og tað kanska ikki er so vanligt, at listin sleppur upp í part so tíðliga í tilgongdini.
##med2##
##med3##
Hann greiddi frá, at tilsamans eru 240-250 fermetrar av veggi listprýddir, men serlig atlit vóru at taka til uppgávuna. Av tí at talan var um eina svimjihøll, mátti listin vera úr serligum tilfari, sum kundi tola luftina í eini svimjihøll, og listaverkini máttu heldur ikki broyta ljóðupplivingina, sum er í eini svimjihøll.
Listaverkið hjá Silju Strøm er gjørt úr aluminiumsplátum, framleiddar í Týsklandi, og motivini á plátunum eru gjørd við smærri og størri holum. Listaverkið er í tveimum – eitt langt samanhangandi verk øðrumegin langhylin, og hinumegin, har áskoðaraplássini eru, eitt verk, sum verður býtt upp í partar av stólpunum, sum eru partur av bygninginum. Og talan er um eitt stórt verk – langhylurin er 50 metrar langur, og listaverkið røkkur úr einum enda í hin.
##med4##
##med5##
Vit liva í hvørjum øðrum
Verkið hjá Silju Strøm hevur fingið heitið “Vit liva í hvørjum øðrum”. Listakvinnan býr uttanlands og fekk ikki verið við á samkomuni hósdagin. Í staðin las Elsa Berg, borgarstjóri, upp eina frágreiðing, sum Silja Strøm hevur skrivað um listaverkini, har hon millum annað sigur:
“Myndirnar eru meira jørðnærar í báðum endunum. Kropparnir eru meira defineraðir, tættari at hvørjum øðrum. Har eru áskoðarar, fjepparar, fólk ið stuttleika sær, fólk ið reflektera. Her havi eg eisini málað mosa í mynstrum, sum hann veksur ymsastaðni í Føroyum. Og grót.
##med6##
##med7##
Myndirnar vera síðani leysari, minni defineraðar í miðjuni. Flótandi kroppar, svimjandi kroppar, sveimandi kroppar. Ljósreflektiónir og aldur, og streymur er rundan um fólkini. Miðjan er meira kensluborin og innanvend. Haraftrat er kompositiónin á myndini á eysturvegginum meira kompakt enn vinstrumegin. Súlur standa frammanfyri, so myndin verður deilt upp á tann háttin. Meðan vestursíðan er meira luftig. Á hendan hátt sipi eg beinleiðis til tekstin frá kunningini: “At kunna svimja undir himmalhválvinum móti óendaligu havsbrúnni – og at venda heim aftur til land okkara, ið hevjar seg grønt og bratt”. Men myndirnar avmynda eisini mínar egnu lívsroyndir, bæði sum listafólk og svimjari.”##med8##
##med9##
##med10##
Spegil
Bárður Dal Christiansen hevur listprýtt Gundadalsstovu við fimm myndum, og greiddi hann sjálvur frá, at tær fimm myndirnar kronologiskt avmynda Føroyar frá landnámi og fram til eina sci-fi verð. Hann segði, at stílurin er íblástur av teimum linoleumsmyndum, hann sjálvur plagar at gera, og helt fyri, at hann kanska hevði yvirmett seg sjálvan, tí tað tók honum longri tíð, enn hann hevði væntað, at gera tey fimm verkini.
Bárður Dal Christiansen hevur fyrr sagt um verkið “Spegil”, at “hendan verkrøðin granskar tað djúpa sambandið millum menniskju og hav, har havflatan virkar sum ein spegil, ið speglar bæði okkara fortíð og framtíð. Ein ferð við formum, litum og rytmum. Verkið fangar ferðina frá fortíðar yvirliving til framtíðar burðardyggan felagsskap við náttúruna. Havið sær okkum og fortelur søguna um okkum. Ein gluggi aftur á, hvar vit koma frá, og eitt skot fram, har vit eru á veg.”
Listamaðurin takkaði eisini Tórshavnar kommunu fyri at vísa listini ans í so stórum byggiverkætlanum, sum langhylurin í Gundadali er.
##med11##
##med12##
Millum fimm tær vakrastu
Eyðun Húsgarð, leiðari í Svimjihøllini, segði, at tey flestu vitjandi er hugtikin av nýggju høllini og ikki minst av nýggja vælveruøkinum, sum er gjørt. Nógvir útlendingar vitja eisini svimjihøllina, og útlendsku gestirnir eru eisini hugtiknir av listini og av, at Tórshavnar kommuna leggur so stóran dent á listprýðing.
“Og so kann eg leggja afturat, at okkara besti svimjari yvirhøvur, Pál Joensen, sum hevur svomið um alla verðina, hevur sagt, at hetta er millum fimm tær vakrastu svimjihallirnar, hann nakrantíð hevur sæð,” segði Eyðun Húsgarð.
##med13##
##med14##























