Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig

Flestu línuskip eru undir Føroyum

- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og skipini hava brúkiligan fiskiskap

Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig

Í løtuni fiska níggju frystilínuskip í føroyskum sjógvi, og tvey fiska í íslendskum sjógvi. 

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya fer ísfiskalínuskipið eisini út í dag.

 

- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.

 

Sagt verður, at nøkur frystilínuskip koma inn at landa í vikuni, og ísfiskalínuskipið kemur væntandi eisini inn at landa síðst í vikuni.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin ikki verður nakað serligur í vikuni, og veðrið verður eisini umskiftandi.

 

- Vit vænta ikki, at tað verður nógvur útróður í vikuni. Annars hava útróðrarbátarnir havt brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.

 

 

 

 

 

Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig