TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá VÍF, Inga Olsen, sum á heimavølli sá sínar menn tapa 19-25, og harvið samlað 45-54 ímóti H71 í hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini. Eitt skiftið var H71 enntá á odda 21-11.
Ingi Olsen staðfestir, at tað gekk púra galið í dag hjá VÍF, serliga í álopspartinum. Hann er fyri sovítt nøgdur við verjupartin. Heldur, at tað er gott at halda H71 niðri á 25 málum, og 25 mál til mótstøðuliðið plagar at verða nóg mikið hjá VÍF til at vinna dystin, men tað var VÍF ikki í námind av í dag.
Ingi Olsen harmast um mistu bóltarnar í álopsstøðum, og væntandi tolni í álopsspælinum. Hann fer ikki at eftirmeta dystin saman við sínum spælarum í dag, men hann heldur ongan iva verða um, at spælararnir hjá VÍF vita, at teir løgdu eitt vánaligt avrik fyri dagin í dag.