Glasgow: Eingir skaðar í hópinum. Tað mundi era týdningarmesta staðfestingin hjá Henrik Larsen hósdagin, eftir at landsliðið hevði havt tvær venjingar á heimavøllinum hjá Jákupi Mikkelsen, Partick Stadion.
Einasta lítla minussið í venjingunum mundi vera, at Súni Olsen mátti gevast nakað fyri tíð seinnapartin, tá hann onkursvegna hevði fingið stívan nakka. Hetta tóktist tó ikki at vera av slíkum slag, at leikarin ikki verður klárur til leygardagin.
Í aðrar mátar gekk venjingin av tí besta. Lagið á monnum tóktist vera gott, og ikki minst í fót-tenniskappingini var mikil málageipan at hoyra. Kanska einamest tí tað vóru málverjarnir báðir, Jens Martin og Jákup, sum stóðu seg best í hesum, og høvdu teir hvør sín liðfelaga við sær til finaludystin.
Álopið er spurningurin
At síggja til frá síðulinjuni, so var venjingin hósdagin ikki so øgiliga nógv vend ímóti júst dystinum leygardagin. Heldur var tað so, at leikararnir fingu nakrar venjingar við fáum bóltrøringum, soleiðis at ferð kundi fáast á spælið.
Heldur ikki undir seinasta partinum av venjingini, har spælt varð upp á tvey mál, kundi nøkur greið linja síggjast í mun til dystin leygardagin. Her plagdi tað hjá Allani Simonsen vanliga at vera so, at teir við gulum vesti mest sum vóru vísir í at byrja komandi dystin, men heldur ikki hetta er soleiðis, sum tað plagdi at vera, so her var eingin hjálp at heinta í royndunum at seta liðið.
Men fyri tað, verður tað frá flestum síðum gitt dúgliga um, hvussu liðið fer at síggja út. Og tað man sum so ikki vera so øgiliga ymiskt, hvussu metingarnar eru. Sæð burtur frá Christian Høgna Jacobsen, sum hevur fingið ov nógv gul kort á kontina, so eru allir leikarar tøkir, og tí fer liðið helst at líkjast tí, sum hevur leikt størsta partin av hesi undankappingini.
Tað vil so siga, at Jákup Mikkelsen verður í málinum. Framman fyri seg fer hann so at Jón Róa Jacobsen og Óla Johannesen, meðan tað so verða Pól Thorsteinsson og Súni Olsen, sum koma at verja hvør sítt borð. Á miðvøllinum eru Fróði Benjaminsen og Jákup á Borg afturkomnir, og tað er einki at ivast í, at teir báðir koma beint inn á vanligu sessir sínar. Tað vil siga Jákup á høgra borðið og Fróði saman við Julian Johnsson á sentrala miðvøllinum. Plássið á vinstra miðvølli hevur onkra tíðina verið ein trupulleiki, men her tykist Rógvi Jacobsen hava vunnið sær fast pláss í ár.
Og so er tað álopið. Her slepti Henrik Larsen einari bumbu, tá hann tók Christian Lamhauge Holst á liðið. Tað kundi bent á, at venjarin vil hvessa álopið, og so er spurningurin bara, hvussu tað verður gjørt. Tað er einki at ivast í, at John Petersen verður annar álopsmaðurin. Higartil hava tað so verið Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen, sum hava stríðst um hin sessin. Hesa ferð verða tað so Andrew og nýggi maðurin, sum skulu dystast um plássið. Hvør teirra tað verður, sum fær møguleikan frá byrjan, er ilt at gita um. Men Henrik hevur neyvan tikið ein somikið ókendan leikara við, fyri at seta hann á beinkin. So tað kundi meira enn so hent seg, at Føroyar fáa ein leikara afturat upp á altjóða listan, tá farið verður inn á Hampden Park leygardagin.