– Vit sleppa helst ongantíð heilt undan tíðaravmarkaðum størvum, men eg havi sett mær fyri at fáa talið niður og fleiri føst størv, sigur hann við Skúlablaðið.
Sambært Føroya Lærarafelag eru framvegis alt ov nógvir lærarar settir í tíðaravmarkað størv. Ein nýggj uppgerð vísir, at til komandi skúlaár eru 156 lærarastørv lýst leys. Av teimum eru 104 tíðaravmarkað, meðan bert 52 eru føst størv.
Bárður á Lakjuni sigur, at hann hevur væl ótryggleikan, sum fylgir við slíkum setanarviðurskiftum.
– Hetta eru okkara ungu lærarar, sum skulu seta búgv. Tá fólk skulu keypa bústað, verður spurt um starv og løn, og tí kann ótryggleikin hava stóra ávirkan á bæði lív og starvsval, sigur hann við Skúlablaðið.
Ein kanning hjá Námsvísindadeildini vísir, at av 85 lærarum, sum fingu læraraprógv árini 2023 til 2025, starvast bert 55 í fólkaskúlanum. Av teimum hava einans níggju fast starv, meðan 46 eru í tíðaravmarkaðum starvi.
Landsstýrismaðurin sigur, at ymiskir møguleikar verða nú umrøddir. Millum annað verður hugt at skipanum uttanlands, har lærarar fáa fast starv eftir at hava verið í tíðaravmarkaðum starvi í eitt ávíst áramál, ella at skipa fleiri føst parttíðarstørv.
– Eg vóni, at vit kunnu gera munandi batar. Eg fari í øllum førum at gera mítt besta at bøta um støðuna í samstarvi við Undirvísingarstýrið og Føroya Lærarafelag, sigur Bárður á Lakjuni við Skúlablaðið.










