Nøkur børn eru deyð í hitanum í Fraklandi

Fleiri deyðføll hava verið í nógva hitanum, og fleiri druknivanlukku enn annars hava eisini verið eitt nú í Fraklandi seinastu dagarnar

Tað hevur verið ógvuliga heitt í Evropa seinastu dagarnar, og í onkrum londum eru hitamet sett fyri juni. 

 

Fleiri deyðføll hava verið í hitanum, og fleiri druknivanlukku enn annars hava verið eitt nú í Fraklandi.

 

Eitt 18 mánaðar gamalt barn er eisini funnið yvirupphitað og í óviti í einum bili í Marseilles í Fraklandi.

 

Í skundi varð barnið flutt á sjúkrahús, men tað eydnaðist ikki at bjarga lívinum á barninum.

 

Hetta veit tíðindastovan, BFM TV, at siga í dag.

 

 

 

Mánadagin í vikuni vórðu eisini tvey børn funnin deyð í einum bili í Fraklandi, og hósdagin varð ein 3-ára gamal drongur funnin deyður.

 

Drongurin varð funnin deyður í bilinum hjá familjuni uttanfyri franska høvuðsstaðin, París.

 

Út Fraklandi verður sagt,  at øll deyðsføllini hava tilknýti tl nógva hitan, sum verið hevur í Fraklandi seinastu dagarnar.