Eg eri fegin um, at Fólkaflokkurin hevur stillað meg upp til løgtingsvalið 26. mars.
Orsøkin, at eg ynski at stilla upp aftur til løgtingsvalið er, at tað er fleiri mál, sum eg meti eru átroknadi og neyðug at fáa avgreidd.
Leingi hava vit hoyrt um, at landið hevur haldføristrupulleikar. Tey flestu eru nokk samd í, at átøk skulu gerast. Eg havi tó ikki verið samdur í, hvussu hendan samgongan hevur roynt at loyst haldføristrupulleikarnar.
Hendan samgongan hevur roynt at loyst haldføristrupulleikarnar við at spart og tvinga. Nøkur dømir eru, at man hevur spart upp á veitingar v.m. hjá teimum allar veikastu í okkara samfelagi, umframt at samgongan ætlaði at noyða fólk til at arbeiða longri við at hækka pensjónsaldurin.
Haldføris trupulleikarnir skulu loysast við at eggja heldur enn at noyða. Vit verða ov fá arbeiðandi fyri hvønn pensjónist í framtíðini:
- Heldur enn at noyða fólk at arbeiða longri, so skulu vit broyta skattaskipanina og mótrokningina soleiðis at fólk verða eggja at arbeiða longri.
- Heldur enn bara at siga, at vit verða ov fá arbeiðandi í framtíðini, so skulu vit eggja teimum ungu at flyta heim aftur, við at vit økja um útboðið av bústøðum munandi. Økt útboð av bústøðum gevur fleiri møguleikan at flyta heim, umframt at prísstøðið á bústøðum kann lækka
- Heldur enn bara at siga, at vit verða ov fá í arbeiðsførum aldri, skulu vit gera munagóða batar í barsilskipanini og barnafrádráttum
- Heldur enn bara at økja skattir og avgjøld, skulu vit heldur brúka skattakrónurnar skynsamari, sum landið fær inn í dag. Bestu dømini eru Glasir og H-Bygningurin, umframt at strika dupultfunktiónir og gera almennar skipanir effektivari.
Komandi dagarnar fari eg at greiða nærri frá hesum viðurskiftum og øðrum hjartamálum hjá mær.
Vónandi fái eg møguleikan at fremja hesi málini, og onnur mál – hetta er tó bert møguligt við tykkara hjálp.
Uni Rasmussen
Valevni hjá Fólkaflokkinum












