Loysingarfólk eiga at hugsa seg umaftur, tí tit eru lumpað av tykkara egnu

Í beinleiðis spurningi frá undirritaða í sending í RÀS 2 til umboð Fólkafloksins, Jógvan á Lakjuni, løgtingsmann, svaraði hesin, at hann ongar konsekvensútgreiningar hevði sæð av risaskerjingini av ríkisveitingini uppá 400 milliónir krónur, ið hann sjálvur atkvøddi ja til.

 

Nú trúgvi eg, at Jógvan á Lækjuni segði satt, og tað skal hann hava takk fyri. Men eisini trúgvi eg, at ongin av samgongulimunum, ið atkvøddu hesa risaskerjing ígjøgnum Løgtingið, høvdu sæð nakra konsekvensútrokning fyri føroyska samfelagið. Í samband við hesa skerjing spurdu andstøðulimir fer eftir fer um slíkar útrokningar. Men ongin slík var víst okkum. Heldur ikki uppá fyrispurningar í nevnd. So slíkar útrokningar eru so ikki ein partur av støðinum undir at atkvøða hetta uppskot ígjøgnum - við bindi fyri eyguni. Og so tosa hesir um at taka ábyrgd!


Ábyrgdarloysi og loysing hond í hond:

Ikki haldi eg, at tað er skeivt at siga, at loysingarpolitikkurin, ið samgonguflokkarnir standa fyri er fullkomuliga ábyrgdarleysur. Tí sjálvandi skulu bæði lítlar og stórar avleiðingar av hesum skerjingum greinast niður í minsta lut. Hvørja ávirkan fær tað fyri føroyska samfelagið, at gera slíkar skerjingar í inntøkuni ivir eitt styttri ella longri áramál? Hvussu verða rakstrar, viðlíkahalds og íløgumøguleikar ávirkaðir? Og tá er serliga gott at vera varin í metingum. Um førleikin at gera slíkar metingar ikki er til staðar, eiga tær at verða gjørdar av slíkum, ið hava hendan førleika. Tí annars kann vanligi føroyingurin aftur rokna við at fáa eina risarokning fyri politiskan kleyvaraskap.

At vilja loysa er ein erlig søk. Men at fremja eina skilaleysa skerjing fyri at loysa, tá ein meiriluti av føroyingum eru ímóti hesum - tað er ódemokratiskt.

Men at fremja øll hesi viðurskiftir, bæði uttan at spyrja føroyingar eftir og uttan konsekvensútrokningar yvirhøvur, tað er so ábyrgdarleyst, at ein noktar næstan at trúgva, at løgtingslimir fremja slíkt, bert fá ár eftir at vit, orsaka av politiskum ørskapi fóru fallit.

Eitt er vist Loysingarsamgongan siglir við fullari fer ímóti loysing. Tað er sera ótrygt at vita, at ongin á brúnni tykist duga minsta sjómansskap. Helst liggja allir á brúnni á dúrkinum sjúkir av sjóverki - óarbeiðsførir. Teir síggja ikki flúrin fyri framman - ið øll á dekkinum síggja týðuliga.

Í løtuni er støðan sera álvarslig í Føroyum. Yvirmennirnir megna ikki uppgávuna! Føroyingurin verður enn einaferð lumpaður - ikki av útlendingum, men av sínum egnu. Hóast nógv verður gjara út við valfleski, ið peningur ikki er til at gjalda í veruleikanum. Tað er tað versta.

Betri hevði verið at gjørt uppbyggjandi broytingar innan ríkisfelagsskapin. Tað hevði gagna Føroyum almikið. Tað vil Sambandsflokkurin.