Loyvið hjá taxabilinum í Manchester

Tað var ikki, tí at hann var dupult so góður taxasjaførur, at hann vann dupult so nógvan pening sum sjaførurin á hvíta Ford Mondoe bilinum, men tað var, tí at hansara loyvi var meira enn dupult so gott, greiðir hýruvognsførarin í Manchester frá.

****

Fólksins ogn

Óli Samró skrivar greinarøð um fólksins ogn og føroyska fiskivinnu. Onnur grein er um loyvini. Seinni greinar verða millum annað um loyvir, útlendskan kapital, um lønsemi og um ráðgevingina hjá ICES, Havstovuni og Fiskidaganevndini.

*****



Innleggið frá Nani sá út til at vera ov langt og hart, men Rooney bakkaði eitt sindur, vendi sær við og saksasparkaði bóltin beint í tríkantin aftanfyri Joe Hart í Manchester City málinum.

“I was there”. Eg sat uppi í tróðrinum ovast á Old Trafford og sá við egnum eygum beint niður á eitt tað flottasta málið nakrantíð í fótbóltssøguni. Hýruvognsførarin, hann sat fremst beint aftan fyri Sir Alex Ferguson. Svarti taxabilurin stóð parkeraður millum Range Rovers, Aston Martins, Porsche og hinar fínu bilarnar hjá spælarunum á besta plássi í parkeringskjallaranum.

“Har var eg heppin”, segði hýruvognsførarin, tá eg bað hann koyra meg á Old Trafford. Hann var sjálvur á veg út á Old Trafford at hyggja at United og City. Hann var United fjeppari um ein háls og hevði árskort til allar dystirnar hjá United til sín og til svarta klassiska “London-Cabin”.

Hetta var ikki ein vanligur hýruvognsførari, hugsaði eg, tá vit komu í prát. Visti alt um føroyska landsliðið, og so tosaði hann ikki sum vanligir bretskir hýruvognsførarar. Hann var útbúgvin búskaparfrøðingur frá unversiteti. Hann hevði stutt frammanundan fingið í lag eina fráfaringaravtalu við ein av stóru bankunum. Bankin skuldi niðurleggja fleiri deildir og siga nógvum fólkum upp. Hann var miðskeiðis í tretivunum og mátti finna sær eina nýggja lívsleið, nú Investment Banking deildin bleiv spard burtur. Stutt frammanundan hevði hann fingið útgoldið 100.000 pund í fráfaringarsamsýning.

Alt sítt lív hevði hann ráðgivið øðrum í at gera íløgur. Nú var hann sjálvur í teirri støðu. Hvussu kundi hann best fáa hesi 100.000 pundini at vaksa. Niðurstøðan var at gera íløgu í taxavinnuna í Manchester. Hann keypti ein gamlan hýruvogn við “øllum loyvum”. Skrottaði gamla bilin og keypti ein spildurnýggjan “London-Cab”. Íløgan var uml. 90.000 British Pounds. Íløguprofilurin var fimm ár.

Hesin nýggi bilurin kostaði uml. 30.000 pund, sostatt kostaði loyvið uml. 60.000 pund.

Fyri rest keypti hann árskort til allar dystirnar hjá Manchester United á bestu rekkjunum og so ein parkeringsbás í fremstu røð til hýruvognin – helst einasti cab í parkeringskjallaranum.

Nú skuldi hann njóta eitt nýtt kapittul í lívinum.

Bilurin var ein av teimum fínastu og dýrastu modellunum av klassiska London-Cab, ið keypast kundi. Í útsjónd tað sama, men tekniskt munandi betri. Ein nýggj útgáva við einum nýggjum Mitsubishi 2500 diesel motori, ið kraftaði betur enn gomlu kabbarnir og var munandi bíligari í rakstri. Hesin hevði ein mentan týskt konstrueraðan undirvogn, so bilurin lá betur á vegnum og var nógv komfortablari hjá ferðandi og honum at koyra í. Fór ikki hoppandi eftir vegnum sum teir gomlu. Innan var alt ekta leður. At keypa Mercedes ella líknandi persónbil kundi hann ikki, tí við fulla loyvinum var tað eitt myndugleikakrav, at bilurin skuldi kunna taka fólk inn í koyristóli.

Bilurin var bara ein parantes. Fyri hann var tað loyvið, sum var áhugavert, og sum hevði týdning.

Sjálvandi var loyvið meira enn dupult so dýrt sum bilurin, greiddi hann frá. “Hasin gamli slitni Ford Mondeo hevur ikki loyvi at koma inn um ringin og sleppur heldur ikki á flogvøllin”, greiddi hann frá og peikaði á bilin við síðuna av okkum, meðan vit bíðaðu í ljóskurvuni. Eitt loyvi sum tað hjá Ford Mondeo bilinum kundi keypast fyri minni enn 5.000 pund. Við vánaligum loyvum er einans ráð til bíligar og vánaligar bilar, segði hann. “Teir fáa hvørki ráð til árskort til City ella United”.

Tað var ikki, tí at hann var dupult so góður taxasjaførur, at hann vann dupult so nógvan pening sum sjaførurin á hvíta Ford Mondoe bilinum, men tað var, tí at hansara loyvi var meira enn dupult so gott, greiddi hann frá.

Hann hevði loyvi til øll økini í Manchester. Hann hevði flogvallarloyvi, banagarðsloyvi og slapp inn um innara ringin í miðbýnum at taka fólk upp, við øðrum orðum hann kundi fiska allastaðni har nógv fólk vóru samlað. Eisini hevði hann loyvi til at koyra fjarleiðir, tí hann kundi taka langar túrar um alt Bretland.

Loyvini til flogvøllin vóru avmarkað í nøgd, og tí var tað ikki leingi at bíða eftir túri har. Fólkini á flogvøllinum skuldu antin inn í miðbýin ella út til býir og bygdir kring Manchester. Ofta fekk hann túrar til Liverpool, Leeds og Blackpool. Hann hevði longu havt fleiri túrar heilt til London og Edinburgh í Skotlandi – so íløgan í dýrara motorin og undirvognin løntu seg til longu túrarnar. Flestu túrarnir vóru tó at fáa innan fyri ringin. Har vóru stóru hotellini, og nógv av business-kundunum høvdu ørindir har. So hann hevði fólk í bilinum allan dagin.

Kapasiteturin var fullnýttur, sum hann segði á búskaparmáli. Loyvið var hvønn cent vert. Higartil hevði úrslitið verið betri, enn íløguætlanin vísti.

So eingin ivi er um, at hann aftur í ár og komandi fýra árini hevur árskort á fyrstu parkett til allar heimadystirnar hjá Manchester United til sín og svarta hýruvognin.

Í Manchester eru loyvini býtt í tveir bólkar, Hackney carriage – vehicle og Private Hire. Tað áhugaverda er loyvið til Hackney carriage. Loyvini verða skrivað út árliga til verandi loyvishavarar ímóti einum sámuligum gjaldi. Harumframt verða 30 nýggj loyvir skrivað út um árið. Triðja hvørt ár metir ein serfrøðingabólkur, um talið av loyvum skal minkast ella økjast. Nógvar treytir eru til umsøkjararnar, eitt nú váttan frá peningastovni um fígging, bilurin skal vera undangóðkendur, umsøkjarin skal hava koyrt taxa í minst fimm ár seinastu sjey árini o.s.fr.

Millum teir meira enn eitt túsund umsøkjararnar, ið uppfylla treytirnar, verður árliga trekt lutakast um loyvini.

Um tú ikki er ímillum teir hepnu at fáa loyvi við lutakasti, so má loyvi keypast frá einum av loyvishavarunum, sum vil út úr vinnuni.

Eg betalti 18 pund fyri túrin. “To tell you the truth, investing in the right licenses is the best thing you can do”, segði hann tá eg fór úr bilinum.

Her var nógv sum minti um føroyska fiskivinnu.