Kinna Poulsen, listfrøðingur
Sambært Listafelagnum skuldi ársins Ólavsøkuframsýning vera enn opnari og lættari enn tann í fjør. Tann Ólavsøkuframsýningin kendist annars rættiliga svallig, fyri ikki at siga tóm. Um hendan gongdin heldur fram, verður meir luft enn list á tí áður so umhildnu Ólavsøkuframsýningini, metir Kinna Poulsen.
Broyting er komin í føroyska listaframsýningarmynstrið. Framsýningarnar eru vorðnar nógv fleiri, eins og fólksins áhugi tykist broyttur teimum ymsu framsýningunum viðvíkjandi. Heystframsýningin er vorðin eitt hæddarpunkt í føroyska listaárinum. Ein av framsýningunum, sum plagdi at hava stóran áhuga millum fólk, tykist støðugt tódna í vavi, men eisini í týdningi og ansi. Á Ólavsøkuframsýningini í 1996 vóru 58 framsýnarar, ið tilsamans framsýndu 154 verk. Á ársins Ólavsøkuframsýning sýndu 19 framsýnarar fram 47 verk. Sensururin er eyðsýniliga strangari í dag í mun til fyri 10 árum síðan, men eftir øllum at døma eru úrvalsmøguleikarnir hjá sensurnevndini eisini skerdir, tí listarliga støðið í Ólavsøkuframsýningini tykist støðugt læðka.
Roynd og óroynd
Tað serliga áhugaverda við Ólavsøkuframsýningini hevur verið hennara fólkatokki; at hon var tann av føroysku listaframsýningunum, sum flestir føroyingar vitjaðu. Tessvegna var umráðandi, at góðskustøðið var høgt. Nakað annað, sum var serligt fyri Ólavsøkuframsýningina var, at tú her kundi upplivað lærd og roynd listafólk hanga lið um lið við púra óroyndar debutantar, ið hervið fingu eitt serligt herðaklapp frá teimum royndu og frá listaumhvørvinum. Men nú er hetta sama meðalhampabland av royndum og óroyndum at síggja á so mongum av teimum heimligu listaframsýningunum, at tað tykist heldur vatndeyvt og keðiligt.
Amariel
Amariel Norðoy er ein av teimum royndastu listafólkunum, sum luttók á ársins Ólavsøkuframsýning og vit mugu eisini staðfesta, at hansara myndir vóru millum tað allarbesta, ið var á ársins Ólavsøkuframsýning. Serliga vóru myndirnar við heitinum Skiftandi ljós góðar. Upprunin til myndevnið var óivað tað sama Mikladalslandslagið sum vit so ofta hava sæð í bláu tulkingum Amariels, men myndaviðgerðin í hesum myndunum tóktist frískliga øðrvísi, eins og myndirnar sum heild vóru meira opnar og spontantar í bygnaði og litum. Arnold Vegghamar dugir sanniliga okkurt heilt serligt við litum og hóast góðskan í hansara samlaða verki tykist heldur óstøðug, hugtók tann gula, naivt málaða og upprunakenda fjallasíðan, ið var nr. 32 í myndaskránni. Kára Svensson hava vit mangan upplivað á Vár-, Summar- og Ólavsøkuframsýningum og nú er hann jú eisini umboðaður á teirri føstu framsýningini í Listaskálanum, har eisini m.o. Astri Luihn og Edvard Fuglø hava fingið teirra heiðurspláss innan føroysku listaelituna. Kári hevur tað rós uppiborið, at hann ikki hevur staðið í stað, síðani hann fyri nøkrum árum síðani slepti sínari stóru fyrimynd Ingálvi av Reyni. Síðani hevur hann eyðsýniliga upplivað útlendska list, har hann eitt nú hevur latið seg ávirkað av Per Kirkeby, Kjell Nupen og øðrum. Í sínum nýggjaru myndum tykist hann tíverri eisini ávirkaður av Astri Luihn. Myndirnar hjá Kára eru báðar horisontalar og samansettar av fýra pørtum við ávikavíst reinum litflatum og ásettum fugla- og fólkaskapum, alt sera stílreint og snotiligt í hvítum, bláum og grønum litum, ið eru sera vælhóskandi til kremlittu stovurnar, sum sambært blaðnum Kvinna eru uppá móta í løtuni.
Heldur grunnt
Ein av fotomyndunum í myndarøðini Fragmented Unison átti heiðursplássið á forsíðuni á myndaskránni. Marianna Mørkøre, sum hevur gjørt myndarøðina, er ein av fleiri yngri føroyingum, ið hava lært innan design, arkitektur, film, hondarbeiði osfr., sum síðani eru farin í holtur við myndlistina. Eisini eru sonevndar Crossover-verkætlanir nógv umhildnar í listaheiminum í løtuni og óivað kunnu listirnar fáa íblástur hvør frá aðrari. Men ofta hava slíkar verkætlanir lyndi til at gerast ov undirhaldskendar og grunnar. Á Ólavsøkuframsýningini hingu 9 svart-hvítar fotomyndir, ið avmyndaðu 5 vakrar ungar kvinnur, sum einsamallar ella fleiri saman eru uppstillaðar í einum at síggja til føroyskum landslagi. Hóast myndirnar eru vakrar og hóast eyðsæddu royndina at úttrykkja nakað mystiskt og listarligt, tykist myndarøðin sum heild hava ein heldur grunnan mótamodelmyndadám.
Lærdómur lættur at bera
Fabulerandi myndin hjá Beintu Festurstein minnti eitt sindur um tær eldru myndirnar hjá Jensinu Olsen bæði viðvíkjandi myndevni og litavalinum í ljósareyðum, violettum og svørtum. Framsýningin hevði væl tolað fleiri slíkar stuttligar myndir hjá hesum debutantinum. Ole Wich hevur onkuntíð sýnt fram skrambul-list (objet trouvé o.l.), eins og hann ivaleyst er kendur fyri sínar ymisku provokatiónsroyndir. Á ársins Ólavsøkuframsýning skikkar hann sær betri og sýnir fram okkurt smávegis pent, men munarleyst prent sum t.d. Skúmborna, har myndir av brimi verða manipuleraðar til so líðandi at líkjast tí skúmbornu Venus. Jóhan Martin Christiansen hevði eina mynd við á Ólavsøkuframsýningini, sum minti nógv um myndirnar, hann hevði á Várframsýningina. Hann tykist hava áhuga og evni og tað er at vóna at hann fer at nema sær útbúgving innan myndlistina. Vit eiga eftirhondini fleiri evnaríkar listafólkaspírar, sum eru dugnalig innan fleiri ymiskar listir. Brynjolfur á Heygum og systkinabarnið, Heiðrikur á Heygum, sum eisini hevur sýnt fram sínar myndir á Ólavsøku eru báðir evnaríkir, men eyðsýniliga ætlar hvørgin teirra at velja eina av listunum framum hina. Brynjolfur spælir við í og ger tónleik til Side Effect, ið gav út eina fløgu herfyri. Eg hvørki vil ella kann noyða Brynjolf at sleppa teknorútmunum, men eg kann tó ráða honum og øllum øðrum, ið ætla at arbeiða seriøst sum yrkislistafólk, at velja eina av listunum og at fara uttanlands at fáa sær eina útbúgving innan hesa listagrein.