Lutaíbúðarklekin, Tórshavnar kommuna

Nú tað er almenn vitan hjá okkum hvussu trupult tað í grundini er, at stovnseta eitt Lutaíbúðarfelag við øllum tí tað krevur. Meini eg at Tórshavnar kommuna eigur at átaka sær ein meira virknan leiklut við at taka nakað av byrðuni frá havnarborgarum, sum við áræðið hava broti uppum armar og eru farin undur eina tílíka ætlan.

 

Hetta kann gerast við at Tórshavnar kommuna framyvir sjálv skipar tílík feløg, eins og tey hava verið von við at stuðla undir, tá ið eigarafeløg kring býin hava verið stovnað.

 

Tórshavnar kommuna kundi uttan stórvegis hóvasták, stovnsett Lutaíbúðarfeløg, veitt eitt uppskot um rakstur av hesum feløgum, funnið teimum hvørsíni hóskandi øki, bjóða út eina heildar arbeiðstøku, veitt feløgunum eitt rímuligt stovningarfæ (sum íbúgvarnir síðani vildu goldið kommununi aftur eftir eitt ávíst tíðarskeið) Fyri síðani at bjóða lutirnar út, eins og kommunan er von við at gera við grundøkja útlutan.

 

Hetta vildi lætt munandi um burðin av tílíkum feløgum, og vildi hetta eisini skapt eina ávísa trygd hjá bæði borgarum og fíggingarstovnum, nú Tórshavnar kommuna fyribils var við sum stovnari.

 

Hátturin bert at stykkja út til sethús, má Tórshavnar kommuna, sum frálíður ganga burturfrá. Heldur skal Tórshavnar kommuna verða við til veita eittnú verandi sethúsaeigarum ein bíligan bústaðar valmøguleika, so tey vera eggja at selja ovstóru sethúsaogn sína. Hesin háttur vildi óiva leysgivið fleiri sethúsaognir.