Lutakast verður í kvøld

Í kvøld verður greitt hvørji lið hittast í fjórðingsfinalunum í steypakappingini.

Í kvøld verður lutakast um hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakastið fer fram í ítróttarstendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya.


Tey átta liðini, sum hava spælt seg í fjórðingsfinaluna, eru EB/Streymur, AB, B36, ÍF, NSÍ, HB, Giza/Hoyvík og Víkingur.


Fjórðingsfinalurnar verða spældar mitt í næstu viku, 22. apríl. Hálvfinalur eru 21. mei og 3. juni, meðan finalan verður 29. august.


Eisini verður lutakast um hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. Liðini har eru ÍF/Víkingur, EBS/Skála, HB og KÍ.