Lutakastið verður um 12.500 krónur 19. desember

Lutakast um 12.500 krónur millum innsend fiskamerkir verður týsdagin 19. desember.

Í oktober varð lýst og sagt, at seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12.500 krónur,  var 24. novembur.

 

Nú skrivar Havstovan á hav.fo, at lutakast um 12.500 krónur millum innsend fiskamerkir verður týsdagin 19. desember kl. 11:00 á Havstovuni í Nóatúni 1 í Havn.

 

Óivað eru nøkur, ið nú undan jólum bíða spent eftir hesi avdúking, og hepni vinnarin verður 12.500 krónur ríkari.