Álvarsligar tíðir

FØROYAR ella rættari framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru í fokus í Keypmannahavn í hesum døgum. Løgmaður og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum áttu í gjár fólkatingið við tað, at teir kunnaðu fólkatingslimir og annars donsku og útlendsku pressuna um fullveldisætlanir landsstýrisins. Í dag eru Føroyar aftur á skránni í fólkatinginum. Nú eru tað fólkatingslimirnir, sum fáa orðið. Stórur spenningur er knýttur at orðaskiftinum í fólkatinginum um fullveldi, ríkisfelagsskap, sjálvstýri osfr. Hóast tað er stjórnin, sum skal gera av, hvat skal henda í samráðingunum við føroyingar, so kann roknast við, at hon fer at lurta eftir tí, sum orðaskifti í fólkatinginum fer at snúgva seg og um ikki minst, hvørja niðurstøðu - um nakra - sum ein meiriluti á fólkatingi fer at koma til.

FYRSTA samráðingarumfar er liðugt, og nú verður gjørt klárt til tað næsta í mai. Man kann siga, at tað, sum nú fram fer í Keypmannahavn er líkasum upphitingin til næsta umfarið. Hetta eru bæði spennandi og álvarsligir dagar.


EFTIR okkara tykki gjørdi danski forsætisráðharrin Ríkisfelagsskapinum og teimum, sum vilja eina aðra sjálvstýrisloysn enn fullveldi eina bjarnatænastu, tá hann undir samráð-ingunum í mars legði so harðliga og ófantaliga út við tí úrsliti, at flestu føroyingar ógvaðust við. Mangir føroyingar, sum hava staðið í eini ivingarstøðu, eru helst bráddliga fyri fullveldinum. Og hetta er nakað vit kunnu uppliva av nýggjum, og enn sterkari, um danska fólkatingið nú fer at ganga í fótafetum Nyrups og venda ynski føroyinga at fáa fullveldi ella størri sjálvstýri bakið. Tað er nevniliga eitt greitt ynski hjá einum stórum meiriluta av føroyingum at fáa økt ella fullkomið sjálvstýri. Hetta er eitt ynski, sum danskir politikarar eiga at viðgera uttan fordómar av nøkrum slag. Hóast danskir politikarar hava sín fulla rætt til at gera sínar metingar av støðuni í Føroyum og í Ríkisfelagsskapinum, so er tað ein sannroynd, at hesar oftani byggja á manglandi vitan og virðing. Hetta sóu vit m.a. eftir kreppuna, tá danskir politikarar og journalistar kropp á kroppi komu til Føroya og gjørdu seg til sjálvbestaltaðar Føroyaserfrøðingar við eitt nú at kolldøma og láturliggera so týðandi útbyggingar sum eitt nú tann so lívstýðandi tunnilin millum Kaldbaksbotn og Oyrarreingir.


TAÐ má vera eitt krav, at slík orðaskifti byggja á vitan og virðing og ikki á slíka niðurgerðin og vanvirðing, sum vit upplivdu í 90-unum. Hinvegin mugu føroyskir politikarar eisini gera sær greitt, at ein donsk umrøða á hesum málum verður merkt av tí, sum bylgist í danska samfelagnum. Tá umboð fyri landsstýrið kunna danskar politikarar og útlendsku pressuna um tað framtíðar Føroyar tey ynskja sær, tá hava hesi eisini skyldu til at gera vart við teir vandar, sum fylgja við einum fullveldi. Og tá mótstøðan millum føroyingar móti fullveldismodelli landsstýrisins er so stór sum hon í veruleikanum er, tá er tað skyldan hjá okkara ráðandi fólki eisini at gera vart við hetta. Málið er so álvarsligt, at allar avleiðingar av einum fullveldi, eisini tær negativu og ræðandi, av einum fullveldi, eiga at verða lagdar fram.