Álvarssom njósnaragøla í Ísrael

Tann 29. januar kom vinnulívsmaðurin Elhanan Tannenbaum aftur til Ísraels eftir at hava sitið fangi hjá Hizbollah í trý ár. Nú verður hildið, at hann var ongantíð fangi, men fór sjálvboðin, og at hann hevur avdúkað ísraelsk hernaðarloyndarmál.

Elhanan Tannenbaum fekk eina hjartaliga móttøku, tá hann kom til Ísraels eftir at hava sitið fangi hjá Hizbollah í Libanon í trý ár. Men síðani hevur einki verið at sæð til hansara. Orsøkin er, at hann hevur verið til avhoyringar at kalla alla tíðina, síðani hann kom aftur.

Sambært ísraelska blaðnum Maariv hava myndugleikarnir illgruna um, at Tannenbaum hevur ikki sagt sannnleikan. Keldur hjá trygdartænastuni siga fyri blaðnum, at alt ruggar ikki rætt.

Elhanan Tannenbaum hevur greitt frá, at hann varð tikin og burturfluttur, meðan hann var í Dubai, og at burturflytararnir fóru til Libanon við honum. Men hesum trýr trygdartænastan ikki.

Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at ivi hevur verið um søguna hjá Elhanan Tannenbaum. Ísraelskir fjølmiðlar hava fyrr spurt, hvat maðurin gjørdi í einum arabiskum landi. Síðani heimkomuna hava fjølmiðlarnir aftur gjørt nógv burtur úr málinum, og keldurnar í trygdartænastuni hava heldur ikki verið serliga tættar.

At ísraelsku myndugleikarnir meta málið álvarssamt kemst av, at Elhanan Tannenbaum var oberstur í ísraelska eykaherinum, og tí hevur hann havt atgongd til upplýsingar, sum Ísrael fyri alt í verðini ikki vil lata erkafíggindan Hizbollah fáa fatur á. Hósdagin skrivaði Maariv frá keldum í trygdartænastuni, at Tannenbaum eftir øllum at døma hevur svikið sítt land, og at hann helst samstarvaði við Hizbollah, longu áðrenn hann fór til Libanon.


MYNDATEKSTUR:

Elhanan Tannenbaum. Bleiv hann burturfluttur, ella fór hann sjálvboðin til Libanon at avdúka ísraelsk hernaðarloyndarmál?